- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mette Frederiksen helst nýggjur forsætisráðharri
06.06.2019 - 09:26
Aktuelt›Politikkur
Mette Frederiksen helst nýggjur forsætisráðharri
Reyði vongurin fekk 91 umboð í Fólkatingið, og Javnaðarflokkurin er nógv tann størsti flokkurin

Mette Frederiksen úr danska Javnaðarflokkinum verður eftir øllum at døma nýggjur forsætisráðharri í Danmark, eftir úrlitið á valinum í gjár.
Reyði vongurin fekk 91 umboð í Fólkatingið, og Javnaðarflokkurin er nógv tann størsti flokkurin eftir fólkatingsvalið í gjár.
Javnaðarflokkurin fekk bara eitt umboð aftrat, men Danski Soslialistaflokkurin og Radikali flokkurin tvífaldaðu sítt tingmannatal, og tí var úrslitið so gott.
Men eygleiðarar vænta harðar samráðingar ímillum flokkarnar, tí teir eru so ólíkir á fleiri økjum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV