Mette F vil skipa minnilutastjórn

Mette F vil skipa minnilutastjórn
Nú er ein vika, síðani Mette Frederiksen fór undir samgongusamráðingar við flokkar á reyða veingi í fólkatinginum
 
16.06.2019 - 09:26

Mette Frederiksen, sum hevur fingið litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn í Danmark, væntar ikki, at samráðingarnar verða lidnar, áðrenn nývalda fólkatingið kemur saman til sín fyrsta fund í næstu viku.

Forkvinnan í javnaðarflokkinum hevur sagt, at hon hevur ongan skund, og at hon ætlar at brúka tíðina, sum er neyðug til tess at semjast við hinar flokkarnar.

- Valúrslitið vísir, at nógvir danir vilja ikki bara hava eina nýggja stjórn, men eina nýggja kós, tá ið ræður um vælferð og verðurlagsmál, sigur Mette Frederiksen við Ritzau.

Mette Frederiksen hevur sagt, at hon ætlar at skipa eina sosialdemokratiska minnilutastjórn. Í løtuni hevur javnaðarflokkurin samráðingar við radikala flokkin, SF og Eindarlistan, sum hava víst á Mette Frederiksen sum samráðingarleiðara. 

Alternativið, sum eisini hoyrir til reyða veingin í fólkatinginum, er ikki við í samráðingunum. Alternativið hevur víst á floksleiðaran, Uffe Elbæk, sum forsætisráðharra. 

Nývalda fólkatingið hevur sín fyrsta fund fríggjadagin. Stjórnarsamráðingarnar á Christiansborg halda fram í dag. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585