Ókeypis fyri summi at sigla við Strandferðsluni

Ókeypis fyri summi at sigla við Strandferðsluni
Samferðslumálaráðið og Strandfaraskip Landsins hava í dag funnið eina loysn á málinum um raksturin hjá Strandfaraskipum Landsins
 
20.06.2019 - 17:16

Tað boðar Samferðslumálaráðið frá í tíðindaskrivi seinnapartin.

Í vikuni segði stjórin á Strandferðsluni, Hilmar Eliasen, annars, at Strandfaraskip Landsins mangla 4,7 milliónir krónur fyri at fáa endarnar at røkka, og tí fráboðaði strandferðslustjórin sparitiltøk, ið skuldu koma í gildi í juli.

Sambært stutta tíðindaskrivinum verður verandi túratal á Oyggjaleiðum óbroytt, men "gjørdar verða smáar tillagingar í prísásetingini." Fyri Bygdaleiðir merkir loysnin, sambært tíðindaskrivinum, at "ein ávís tillaging verður í virkseminum."

Sambært sama tíðindaskrivi fara fastbúgvandi fólk á útoyggj nú at sleppa undan at gjalda fyri at ferðast. Útoyggjar í hesum sambandi eru Fugloy, Svínoy, Skúvoy, Koltur, Hestur og Mykines. 

Meira um hetta í tíðindunum kl. 18 í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691