Sonja Jógvasdóttir gevst í politikki

bannari
Sonja Jógvasdóttir gevst í politikki
Sonja Jógvansdóttir boðar í kvøld frá, at hon ikki stillar upp til komandi løgtingsval
 
12.07.2019 - 19:58

Sonja Jógvansdóttir skrivar á Facebook-vanga sínum í kvøld:

Politikkarar fáa fjórða hvørt ár møguleika at endurskoða og umhugsa okkara støð. Eg havi brúkt seinastu tíðina at hugsa meg væl um, og eri komin til ta niðurstøðu, at eg ikki stilli upp aftur til løgtingið, nú val verður aftur, skrivar Sonja Jógvansdóttir.

Fyri fýra árum síðan varð Sonja Jógvansdóttir vald á ting fyri Javnaðarflokkin við 1.021 atkvøðum, sum var næst flest á javnaðarlistanum. Bara Aksel V. Johannesen fekk fleiri atkvøður. 

Sonja Jógvansdóttir gjørdist tó skjótt ósamd við Javnaðarflokkin, og hevur verið uttanflokkatingkvinna síðan. Hon avgjørdi tó at fara upp í Tjóðveldi herfyri, men gjørdist tó ikki partur av tingbólkinum. Ætlanin var, at hon skuldi stilla upp til komandi løgtingsval, men tað verður nú av ongum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585