Størsta útflutningslandið alir nú sjálvt

12.08.2019 - 12:20
AktueltVinna
Størsta útflutningslandið alir nú sjálvt
Russland, ið Føroyar útflyta mest laks til, er byrjað laksaaling á landi. Málið er 185.000 tons um árið innan 2030
 

Seinastu árini hevur Russland verið ein týðandi útflutningsmarknaður fyri føroyskan laks, men nú arbeiða russar við fleiri verkætlanum, til tess at ala laks á landi, skrivar NRK.

Sum aftursvar til revsitiltøkini hjá ES og USA í kjalarvørrinum av stríðnum um Krim-hálvoynna í 2014, valdi Russland at banna innflutningin av sjógæti úr ES og Noreg.

Føroyar vóru tó ikki umfataðar av hesum, og hava havt ein munandi útflutning av millum øðrum laksi til Russlands síðan tá. Nú verður nógv lagt fyri til tess at menna egna framleiðslu í Russlandi, og hetta skal í stóran mun gerast á landi. 

Málið 185.000 tons um árið

Russiska fiskimálaráðið hevur sett sær sum mál, at Russland skal framleiða 185.000 tons av laksi um árið innan 2030, og hetta skal eisini gerast á støðum, sum ikki hava atgongd til sjógv.

Umboð fyri Sjømat Norge, sum er landsfelagið fyri fiski-og alivinnuna í Noreg, siga, at hóast Russland nú fer at ala meira, so verður Russland tó enn ein áhugaverdur marknaður til laksaútflutning.

Í fjør útfluttu Føroyar um 21.000 tons av laksi til Russlands, ið svaraði til 35 prosent av samlaða laksaútflutninginum. Hetta var samstundis størsti útflutningsmarknaður fyri laks. Á øðrum plássi var útflutningurin til ES, sum lá um 28 prosent.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Nón 30. mars 2020
106983
Mánadag 30. mars
Norðurljóð 30.mars 2020
106802
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Havnar kirkju
106924
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Andakt við Ove Froyseth
106934
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Havnar kirkju
106923
Fríggjadag 27. mars
Studio71 - 5 dokumentarar
106848
Hósdag 26. mars
Korona konsert við Bárði á Lakjuni
106790
Hósdag 26. mars
Norrøna
106783