Mette til Nuuk og Reykjavíkar. Aksel fer ongan veg

Mette til Nuuk og Reykjavíkar. Aksel fer ongan veg
Mette Frederiksen, forsætismálaráðharri, fer til Grønlands sunnudagin at hitta Kim Kielsen, landsstýrisformann, og onnur í landsstýrinum
Mette Frederiksen fer til Grønlands og Íslands
 
16.08.2019 - 12:31

Á skránni hjá forsætismálaráðharranum eru eisini feløg á arbeiðsmarknaðinum, virki og Arktis Kommando. 

Mette Frederiksen fer eisini til lítlu bygdina Kapi sill it, sum er 75 kilometrar eystan fyri Nuuk, og hon vitjar barnaheimið Meeq qat  Illu at í Nuuk. og 

Mánadagin hittast norðurlendsku forsætismálaráðharrarnir í Reykjavík. Sambært heimasíðuni hjá Forsætismálaráðnum verður føroyski leiðarin við á fundinum í Reykjavík.

Løgmaður fer ikki

Men Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer tó ikki á fundin, tí løgtingsval er skrivað út. Annars hevði hann farið á fundin í Reykjavík. Føroyar vera tó við, men tað verður á embætisstigi. 

Fundurin í Reykjavik verður um veðurlagið. Millum annað týski kanslarin, Angela Merkel, verður við á fundinum fyri at tosa um møguleikan at styrkja samstarvið um veðurlagið. 

Ætlanin er eisini, at norðurlendsku leiðararnir og virkisleiðarar í Norðurlondum samtykkja og skriva undir eina nýggja visjón um veðurlag og burðardygd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819