USA vil hava umboðsstovu í Nuuk

USA vil hava umboðsstovu í Nuuk
Umsitingin hjá Donaldi Trump, forsderta, arbeiðir við eini ætlan um at lata konsulát, ella umboðsstovu upp í Nuuk í Grønlandi.
 
24.08.2019 - 11:35

Umsitingin hjá Donaldi Trump, forsderta, arbeiðir við eini ætlan um at lata konsulát, ella umboðsstovu upp í Nuuk í Grønlandi, sum sambært AP tíðindastovuni skal lata upp næsta ár.

Við umboðsstovuni ynskir USA at gera meira vart við seg í Arktis, og umboðsstovan skal standa fyri amerikanskum áhugamálum í Grønlandi, skrivar uttanríkisráðið í brævi til kongressina. USA læt umboðsstovu upp í Grønlandi í 1940, tá seinni heimsbardagi byrjaði, men umboðsstovan læt aftur í 1953.

At lata eina umboðsstovu upp aftur í Nuuk nú, hevur til endamáls at verja grønlendsk og amerikansk virðir, og samstundis fáa eitt gott samskifti og samstarv í lag við grønlendsk embætisfólk og samfelagið.

Í vikuni gjørdi Donald Trump, forseti av at avlýsa ætlaðu vitjanina í Danmark, sum skuldi vera fyrst í september. Orsøkin var, at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, ikki vildi umrøða spurningin um at lata USA keypa GRønland. Hon noktaði fyri at umrøða spurningin, sum hon segði vera burtur úr vón og viti. Tað fekk ilt í Donald Trump, sum avlýsti vitjanina, men hósdagin tosaðu tey bæði saman í telefon, og nú er líkt til, at viðurskiftini eru í lagi ímillum londini.

Tíðliga í morgun segði Donald Trump við tíðindafólk uttanfyri Hvítu Húsini, at Mette Frederiksen er ein megnar kvinna.

- Hon ringdi til mín, og vit tosaðu væl saman, og tað havi eg stóra virðing fyri, segði Donald Trump sambært AP. Hann legði samstundis dent á, at viðurskiftini ímillum USA og Danmark eru góð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628