Oljudálking verður kannað enn

Oljudálking verður kannað enn
Enn er eingin niðurstøða gjørd um oljudálkingina við Leitisvatn ella Sørvágsvatn fyri góðum 14 døgum síðani
Kanningin verður ikki,liðug í hesari vikuni, tí politiið er á skeiði
 
25.09.2019 - 13:05

Enn er eingin niðurstøða gjørd um oljudálkingina við Leitisvatn ella Sørvágsvatn fyri góðum 14 døgum síðani.

12. september segði Kristina Christiansen, økisleiðari hjá politinum í Vágum, við Útvarpið, at EFFO eigur oljudálkingina.

EFFO hevði tveir tangar millum flogbreytina og farstøðina. Tangarnir eru nú tømdir, grivnir upp og sendir til IRF, sigur Janus Thomsen, stjóri í EFFO.

Hóast EFFO ikki hevur brúkt tangarnar í eitt ár, vóru okkurt um 90.000 litrar av brennievni í teimum.

Eingi prógv

Janus Thomsen sigur, at ikki er prógvað, at EFFO eigur oljudálkingina. Hann sigur, at lekin kemur ikki frá tangunum ella leiðingunum, sum høvdu samband við teir.

Tangarnir verða ikki brúktir longur, tí nú hevur EFFO aðra skipan til at geva flogførum brennievni.

Og nógv færri flogfør bunkra í Vágum nú. Brennievnið er farið úr fimm milliónum litrum um árið niður í eina millión litrar.

Kristian Olsen, átaksleiðari hjá sløkkiliðinum í Sørvági, sigur, at byrgingarnar, sum súgva brennievnið, skuldu kannast í gjár og í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585