Sambandsflokkurin vil hava orðingar broyttar

Sambandsflokkurin vil hava orðingar broyttar
Samgongan fer seinnapartin at umrøða fiskivinnulógina, sum hevur verið til hoyringar
 
21.10.2019 - 13:34

Okkurt bendir á, at Sambandsflokkurin vil hava nakrar orðingar broyttar. Hyggur tú at fundarluttakarunum, so er neyvan nakar ivi um, hvat mál er skrá.

Tí, umframt tingbólkaformenninar hava landsstýrisfólkini eisini boðið samgonguumboðunum í Vinnunevndini á fund. Vit tosa um nýggju fiskivinnulógina, sum hevur verið til hoyringar, og sum nú skal sendast inn í løgtingið.

Uppskotið hevur eisini verið til hoyringar hjá samgonguflokkunum. Og í øllum førum Sambandsflokkurin hevur nýtt høvið at skriva nøkur orð.

Vil ikki útgreina viðmerkingar

Vit hava gjørt viðmerkingar til uppskotið - eins og vanligt er í slíkum førum, sigur Magnus Rasmussen, formaðurin fyri tingbólkin hjá Sambandsflokkinum, sum ikki vil útgreina, hvørjar viðmerkingarnar eru.

Nakrar orðingar í uppskotinum skulu neyvlýsast, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, sum heldur ikki vil útgreina, hvørjar viðmerkingarnar eru.

Ein fyrrverandi tingmaður fyri Sambandsflokkin, Eivin H. Jacobsen, hevur eisini gjørt sínar viðmerkingar. Í einum lesarabrævi.

Rullað 25 ár aftur

Fyrrverandi tingmaðurin skrivar millum annað um uppskotið, at lagt verður upp til, at fiskivinnulóggávan verður rullað umleið 25 ár aftur í tíðina, og at brúksrættindi nú gerast ognarrættindi.

Hendir tað, er talan um eina vanlukku við Føroyar og komandi ættarlið. Vandin er, at tað verða útlendingar saman við nøkrum fáum føroyskum strámonnum, sum kom at sita eftir við allari fiskivinnuni.

  Vónandi er onkur í samgonguni, sum er við at vakna og kann síggja katastrofalu avleiðingarnar av at lata Fólkaflokkin sleppa at umsita fiskivinnumál og fíggjarmál, við tí innihaldi, sum teir nú her leggja upp til, skrivar Eivin Jacobsen víðari.

Hann vil ikki gera samrøðu við útvarpið í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012