Noyðast at leingja lógina um Glasir eitt ár aftrat

Noyðast at leingja lógina um Glasir eitt ár aftrat
Arbeiðið verður heldur ikki liðugt í hesum árinum
 
14.12.2019 - 10:26

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við at leingja verklagslógina um Glasir eitt ár, til 31. desember í 2020, og atkvøtt verður um málið á tingfundinum seinnapartin mánadagin.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevur biðið tingið um at leingja verklagslógina, tí tað er greitt, at skúladepilin í Marknagili verður ikki liðugur í ár.

Í mai játtaði tingið umleið 24 milliónir kr. aftrat til at gera skúlabygningin lidnan, og tá varð verklagslógin eisini longd til 31. desember í ár.

Men Landsverk, sum er byggiharri, hevur síðani boðað Uttanríkis- og mentamálaráðnum frá, at arbeiðið hevur drigið út, og tað verður ikki liðugt í ár.

Í lógaruppskotinum verður ikki biðið um fleiri pengar til skúladepilin, men bara at leingja gildistíðina eitt ár aftrat, til 31. desember næsta ár. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819