Arbeiðsvanlukka á Hústoft kravt mannalív

Arbeiðsvanlukka á Hústoft kravt mannalív
Ein dumpari bakkaði útav ovarlaga í grótbrotinum
 
07.01.2020 - 16:50

Ein arbeiðsvanlukka í grótbrotinum á Hústoft í Eysturoynni seinnapartin hevur kravt eitt mannalív, upplýsir løgreglan.

Vanlukkan hendi, tá ein dumpari bakkaði útav ovarlaga í grótbrotinum, har hann skuldi vippa eitt less.

Dumparin fór á glið niður eftir skráanum og endaði einum hyli, sum er tríggjar metrar djúpur.

Sjúkrabilur, sløkkilið, froskmenn, politi og ein stórur arbeiðskrani vórðu skjótt send á staðið, men umstøðurnar gjørdu, at tað var trupult at bjarga føraranum, tí at talan er um ein dumpara, ið vigar 35 tons.

Eisini var torført at sleppa á vanlukkustaðið.

73 ára gamli maðurin, sum koyrdi dumparan, varð deyður, tá hann varð fingin úr førarahúsinum.

Ógreitt er, hví vanlukkan hendi, men arbeiseftirlitið og løgreglan kanna málið.

Avvarðandi hjá manninum, sum doyði av vanlukkuni, eru kunnað, sigur løgreglan. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585