240 størv verða niðurløgd í ríkisløgregluni

240 størv verða niðurløgd í ríkisløgregluni
Bakmanspolitiið skal styrkjast, og neyðugt er at tillaga starvsfólkahópin, sigur ovastin í ríkisløgregluni
 
13.01.2020 - 15:32

Danska ríkisløgreglan leggur  240 størv niður í hesum árinum. Tað sigur Jens Henrik Højbjerg, ovasti í ríkisløgregluni, har tilsamans 2.000 fólk arbeiða.

Lønarútreiðslur til 90 størv verða fluttar til at styrkja Bakmanspolitiið, sum fevnir um Statsadvokatin fyri serlig fíggjarlig og altjóða brotsverk, stytt Søik.

Eisini skulu 150 størv í ríkisløgregluni leggjast niður. Hetta hendir, nú fleiri uppgávur verða lagdar út til tey 12 løgregluøkini.

- Seinastu árini eru fleiri løgreglufólk útbúgvin, og fleiri eru sett í starv. Tað merkir, at í 2020 er neyðugt at tillaga í starvsfólkahópin í ríkisløgregluni, sigur Jens Henrik Højbjerg.

Ríkisløgreglan noyðist at gjalda

Málini um hvítting og svik við vinningsskatti seinastu árini hava kostað Søik nógv. 

Søik hoyrir undir Ríkisadvokatin, ikki ríkisløgregluna. Men peningurin til at styrkja Søik skal finnast í pengakassanum hjá ríkisløgregluni. 

- Bakmanspolitiið fær í ár 45 milliónir krónur frá ríkisløgregluni, og tað svarar til løn til umleið 90 starvsfólk, sum eisini skulu finnast í ríkisløgregluni, sigur Jens Henrik Højbjerg.

Hin parturin av sparingini hevur samband við, at tørvur hevur seinastu árini verið á at fáa fleiri útbúgvin løgreglufólk. 

Yvirgangshóttanin, varðhald við marknaliðini og vaksandi krav um sjónliga løgreglu eru orsøkin til sparingina, skrivar JyllandsPosten.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012