Føroyar eisini í altjóða stríði móti hvítvasking

Føroyar eisini í altjóða stríði móti hvítvasking
Umfatandi lógaruppskot er gjørtum hvítvask og yvirtikin málsøki á fíggjarøkinum
 
13.01.2020 - 08:25

Fíggjarmál, sum eru yvirtikin, skulu eisini fylgja altjóða tilmælunum um tiltøk, sum skulu forða fyri, at pengar verða vaskaðir hvítir og forða fyri, at føroyskar fíggjarfyritøkur verða brúktar til at fíggja yvirgang.

Eitt uppskot um lóg er gjørt um hetta.

Føroyar hava yvirtikið millum annað lívstryggingarfeløg, tvørgangandi eftirlønargrunnar og tryggingarmeklarar.

Seinastu tilmælini frá FATF, Financial Action Task Force, eru frá 2012.

Tey eru galdandi fyri bankar og sparikassar í Føroyum, tí peningastovnar í Føroyum eru danskt málsøki.

Føroyar eru við í arbeiðinum hjá FATF.

Og nú er lógaruppskot gjørt um hvítvask og yvirtikin málsøki. 

Umfatandi lóg

Talan er um umfatandi lóg. Við viðmerkingum er uppskotið 71 síður.

Endamálið við uppskotinum er stutt og greitt at tryggja, at Føroyar eru við í altjóða stríðnum móti hvítvasking og at fíggja yvirgang.

Uppskotið skal forða fyri, at brotsfólk misbrúka føroyskar fyritøkur og fíggjarligu skipanina í Føroyum til hvítvask og til at fíggja yvirgang.

Sambært lógaruppskotinum verður sett í verk ein whistlerblowerskipan, ein varskógvaraskipan.

Og lógin umfatar eisini tey, sum bjóða út spøl.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819