Pensjónslógin verður broytt

Pensjónslógin verður broytt
Útsett fólkapensjón heldur uppat dagin eftir, at fólkapensjónisturin doyr
 
23.01.2020 - 08:46

Tá fólk, sum hevur útsett fólkapensjónina hjá sær doyr, heldur pensjónin uppat dagin eftir.

Tað var í hvussu so er ætlanin.

Men lógin sigur kortini, at fólk fáa pensjónina í ein mánað eftir, at tey eru deyð.

Hetta verður nú broytt til upprunaligu ætlanina, so útsetta fólkapensjónin heldur uppat dagin eftir, at fólkapensjónisturin doyr.

Fólkapensjónistar, sum útseta pensjónina, fáa onga fólkapensjón, meðan pensjónin er útsett, men størri pensjón seinni. 

Lógin verður eisini broytt, so ikki bara kravd eftirlønaruppsparing, men eisini sjálvboðin uppsparing, verður mótroknað í fólkapensjónini.

Uppskotið um at broyta lógina um fólkapensjón kom í løgtingið í gjár.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819