USA flytur diplomatar úr Wuhan undan corona

bannari
USA flytur diplomatar úr Wuhan undan corona
Kinesiski forsetin sigur, at støðan er álvarslig, og myndugleikarnir gera alt, teir eru mentir, at forða fyri, at smittan breiðir seg
 
26.01.2020 - 10:04

USA fer nú at flyta amerikanskar diplomatar úr kinesiska býnum Wuhan, har corona-virusið upprunaliga varð staðfest, upplýsir amerikanska uttanríkisráðið, sambært Reuters.

Pláss verður eisini fyri nøkrum fáum amerikanskum ríkisborgarum í flogfarinum, sum týsdagin fer úr Wuhan til San Fransisco.

Støðan álvarslig

Tey, sum eru í størsta vanda fyri at verða smittað, fáa framíhjárætt at sleppa við flogfarinum, sigur amerikanska uttanríkisráðið.

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, sigur, at coronavirusið hevur elvt til eina álvarsliga støðu í Kina, og myndugleikarnir gera alt, teir eru mentir, at forða fyri, at smittan skal breiða seg.

Kanadiska stjórnin boðaði í nátt frá, at smittan er eisini staðfest í Kanada. 

Staðfest í Avstralia

Talan er um eitt fólk, sum hevur verið í Hubei-landspartinum í Kina, og sum verður hildið at vera smittað. Viðkomandi liggur á sjúkrahúsi, upplýsir kanadiska stjórnin.

Í gjár váttaðu avstralskir myndugleikar, at fýra fólk hava fingið staðfest smittuna. Avstralia er væl umtókt ferðamál hjá kinesarum, og tey fýra, sum eru smittað í Avstralia, hava øll verið í Wuhan í Kina.

Fríggjakvøldið varð coronavirus eisini staðfest í Fraklandi, sum er fyrsta evropeiska landið, har smittan er staðfest. Heimsheilsustovnurin, WHO, sigur, at enn er ov tíðliga at siga, um corona-virus er ein altjóða heilsukreppa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585