Fyrrverandi leiðarar fáa eisini løn í ár

Fyrrverandi leiðarar fáa eisini løn í ár
Landsverk vil ikki upplýsa, hvussu nógv fráfaringaravtalurnar kosta stovninum
 
07.02.2020 - 09:21

Fyrrverandi fíggjarleiðarin á Landsverki fær løn alt árið í ár, og fyrrverandi framleiðsluleiðarin á Landsverki fær løn til 1.juli í ár.

 Báðir góvust á Landsverki 6. november í fjør.

Tilsamans er talan um stívliga tvær árslønir, sum Landsverk skal gjalda til leiðarar, sum ikki eru til arbeiðis á stovninum.

Landsverk vil ikki at upplýsa, hvussu fyrrverandi deildarleiðararnir vóru løntir - og harvið heldur ikki, hvussu nógv fráfaringaravtalurnar kosta almenna stovninum.

Fríttstillaðir

Bæði Hans Albert Hansen, fíggjarleiðari, og Heðin Poulsen, framleiðsluleiðari, vórðu fríttstillaðir í sínum arbeiði, tá teir skrivaðu undir fráfaringaravtalu við Sigurd L. Lamhauge, stjóra á Landsverki, fyrst í november í fjør.

Í vikuni varð Róaldur Jákupsson settur í starv sum fíggjarleiðari á Landsverki. 

Afturat honum skal Landsverk seta ein leiðara fyri virkisdeildina og ein starvsfólkaleiðara.
---

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887