Vildi steðga byggiætlanini í Saksun

Vildi steðga byggiætlanini í Saksun
Broytingaurppskotið hjá Pól Nikláa Thorkildshøj varð felt, og býráðið í Sunda kommunu samtykti í staðin at lýsa økið í Saksun alment til sølu
Uppskotið hjá Pól Nikláa Thorkilshøj um ikki at loyva bygging í Saksun vann ikki frama
 
25.02.2020 - 11:34

Yvirfriðingarnevndin skal ikki avgera, um býráðið í Sunda kommunu skal loyva bygging í Saksun.

Tað heldur Pól Niklái Thorkildshøj, býráðslimur, sum í gjár mælti til at stegða ætlanini at loyva bygging í Saksun.

Hann sigur, at fólkini í Saksun, har eru átta vaksin, hava púra greitt sagt, at ætlanin er óynskt. 

Broytingaruppskotið varð tó felt á býráðsfundinum.

Almenn søla

Býráðið samtykti síðani við níggju atkvøðum eitt uppskot frá Fíggjarnevndini um at seta økið í Saksun alment til sølu. Tvær atkvøður vóru ímóti.

Og mælt varð eisini til, at økið verður ikki sett til sølu fyrr enn endaliga niðurstøðan frá Yvirfriðingarnevndini er komin.Eisini tað varð samtykt.

Økið, sum nú skal bjóðast út, er annars longu selt einum felag undir stovnan. Og Sunda kommuna hevur fingið pengarnar fyri økið, sum er 4.500 fermetrar.

Økið er selt fyri 218.000 kr. Tað er prísurin sambært príslistanum fyri almenna jørð á plássum sum Saksun.

Ongar viðmerkingar

John Henrik Holm í Vági, sum er við í ætlanini at byggja summarhús í Saksun, hevur ongar viðmerkingar.

Hann vil ikki siga, um hann fer at bjóða, um økið verður boðið út alment.

Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, hevur sagt, at pengarnir, sum kommunan hevur fingið fyri jørðina í Saksun, verða goldnir aftur.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584