Føroyingar arbeiða mest í Evropa

Føroyingar arbeiða mest í Evropa
Vinnutíttleikin er 85,4 prosent av samlaða fólkatalinum
Hjá monnum er vinnutíttleikin 87 prosent, og hjá kvinnum er hann 84 prosent.
 
26.02.2020 - 16:32

Føroyka arbeiðsfjøldin er tann virknasta í øllum Evropa. Tað vísir ein uppteljing, sum Hagstovan hevur gjørt.

Av teimum stívliga 37.000 fólkunum, sum eru millum 15 og 74 ára gomul, eru umleið 32.000 í arbeiðsfjøldini - tað er, at tey eru vinnuliga virkin.

Vinnutíttleikin, sum er arbeiðsfjøldin í prosentum av samlaða fólkatalinum, er sostatt 85,4 prosent. Tað er størsti títtleiki í Evropa. Ísland hevur næststørsta vinnutíttleikan.

Hjá monnum er títtleikin 87 prosent, og hjá kvinnum er hann 84 prosent.

Størstur í Evropa

Um hugt verður at ymsu økjunum í Føroyum, sæst, at vinnutíttleikin er størstur í Eysturoynni við 88 prosentum. Í Suðurstreymi og Norðoyggjum er hann 86 prosent.

Vinnutíttleikin er minstur í Sandoynni og í Suðuroy. Har er hann 79 prosent.

Bæði hjá monnum og kvinnum er tann størsti munurin millum Føroyar og Ísland og hini londini í Evropa, at tey ungu í hesum báðum londum eru nógv meira vinnuliga virkin enn aðrastaðni, og at tey eldru eru nógv longur vinnuliga virkin enn aðrastaðni.

Fara tíðliga til arbeiðis

Bæði í Føroyum og Íslandi eru tey ungu longu fyri 20 ára aldur á umleið 75 prosentum í vinnutíttleika, samanborið við 50 prosent í Danmark og um 20 prosent í ES-londunum sum heild.

Enn størri er munurin hjá teimum eldru. Og tá tað snýr seg um tey elstu,  65-74 ára gomlu, eru Føroyar í serstøðu við einum vinnutíttleika upp á 50 prosent. Í Íslandi er hann umleið 35 prosent, meðan hann er niðri á 10-15 prosentum í Danmark og ES-londunum sum heild, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010