Spyr Pál aftur á kvf.fo í dag

bannari
Spyr Pál aftur á kvf.fo í dag
Nú alsamt fleiri tilburðir av corona smittuni verða staðfestir í Føroyum, fer Pál Weihe, serlækni, aftur í dag at svara spurningum á kvf.fo
 
14.03.2020 - 14:32

Tað verður frá klokkan 15.30 og framtil klokkan 18.00, at til ber at senda spurningar til Pál Weihe her á heimasíðuni. 

 

Um so er, at tú hevur spurningar, er hetta ein háttur at fáa svar frá serlækna, uttan at ringja til myndugleikarnar. 

 

Marjus Dam, formaður í kommunulæknafelagnum segði við Kringvarpið fyrr í dag, at 1870, sum er bráðfeingistelefonlinjan hjá kommunulæknum, er um at hokna undan stóra trýstinum, sum er í dag. Hevur tú spurningar um corona skalt tú tí helst ikki ringja 1870, tí hendan telefonin er bert ætlað fólki, sum hava bráðfeingis tørv á lækna. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964