Bakkafrost útsetir vinningsbýti

Bakkafrost útsetir vinningsbýti
Uppskotið um at gjalda vinningsbýti fyri 2019 er útsett til 25.august
 
27.03.2020 - 09:06

Teir nógvu partaeigararnir í Bakkafrosti fáa ikki slakar 446 mió. kr. at býta millum sín, ikki enn í hvussu so er. 

Bakkafrost hevur útsett uppskotið um at gjalda vinningsbýti fyri 2019 til 25.august.

Tá kemur nýtt uppskot um vinningsbýti, tá nevndin veit, hvussu fyrra hálvárið í ár hevur hildnast.

446 milliónir

Uppskotið til aðalfundin um eina viku var at lata hvørjum partabrævi 8,31 kr. í vinningsbýti.

Partabrøvini eru 53 milliónir og 658.065. Vinningsbýtið var tí 445 millónir og 898.520 krónur.

Avgerðin um at útseta uppskotið um vinningsbýti fyri 2019 broytir ikki politikkin um vinningsbýti hjá Bakkafrosti.

Politikkurin er, at 30-50 prosent av vinninginum fyri hvørt partabræv skal verða útgoldið sum vinningsbýti, sigur Bakkafrost.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652