Korona hevur friðað grindina

Korona hevur friðað grindina
Eingin grind verður hildin til, so leingi tilmælini um frástøðu og um ikki at vera ov nógv fólk saman eru galdandi
Grindin sleppur at svimja í friði í hesum tíðum.
 
12.04.2020 - 15:39
Eingin grind verður hildin til, so leingi tilmælini um frástøðu og um ikki at vera ov nógv fólk saman eru galdandi.
 
Tað gjørdu teir tríggir sýsumenninir í Føroyum av, tá tilmælini komu.
 
Í grindadrápi ber ikki til at halda hesi tilmæli. Tí er ikki loyvt at drepa grind nú.
 
Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum og í Eysturoynni, sigur, at forboðið stendur við so leingi sum tilmælini frá myndugleikunum eru galdandi.
 
Grindaboð hava ikki verið, síðani korona kom til Føroya.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652