Døpur útlit fyri gistingarhúsvinnuna

Døpur útlit fyri gistingarhúsvinnuna
Gistingarhúsini í Føroyum missa upp í 90 prosent av viðskiftafólkunum í ár, sambært nýggjari greining
 
01.05.2020 - 08:06

Og bruttotjóðarúrtøkan í Føroyum minkar kanska heilt upp í 800 milliónir krónur. Tað eru døpru niðurstøðurnar í einari greining, sum Deloitte hevur gjørt fyri Betri banka.

Niðurstøðurnar eru, at gistingarnar á gistingarhúsunum minka 80 til 90 prosent, og BTÚ minkar 400 til 800 milliónir krónur.

Støðugur vøkstur síðstu sjey árini

Føroyska ferðavinnan hevur hesi síðstu sjey árini havt ein árligan vøkstur í inntøkunum frá útlendskum ferðafólkum á 10 prosent. 

Í 2019 vóru inntøkurnar frá innkomandi ferðavinnuni 784 milliónir krónur. Áðrenn korona kom, vóru útlitini, at umsetningurin fór at økjast til 1,5 milliardir krónur í 2025. Tá, í 2025, høvdu ársverkini verið 1.350, sigur Deloitte.

Fyritøkan sigur eisini, at samanbornir við onnur Norðurlond, eru føroyskir hjálparpakkarnir lítlir. Óvist er, um hjálparpakkarnir er nóg góðir til at tryggja, at ferðavinnan kemur fíggjarliga fyri seg aftur eftir koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585