USA fer úr vápnaavtalu

USA fer úr vápnaavtalu
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur gjørt av at taka USA úr avtaluni um opna luftrúmið
 
21.05.2020 - 17:28

Tað veit The New York Times at siga frá keldum í umsitingini hjá Trump.

Vápnaavtalan, Open Skies Treaty, kom í lag eftir samráðingar millum limir í NATO og Warzawa-sáttmálan, hon varð undirskrivað í 1992, og kom í gildi í 2002 eftir at Russland og Hvítarussland høvdu sett hana í gildi.

34 lond eru fevnd av avtaluni, og 35'inta landið, Kirgisistan, hevur skrivað undir avtaluna, men ikki sett hana í gildi enn.

Sambært The New York Times, hevur Trump ætlanir um at kunna Russland, sum er partur av avtaluni, um hetta fríggjadagin. Hetta verður hildið at vera tekin um, at Trump eisini hevur ætlanir um at taka USA úr týdningarmiklu vápnaavtaluni við Russland, New Start, sum loyvir báðum londum at seta upp 1.550 kjarnorkurakettir hvør.

Open Skies Treaty-avtalan, sum samráðst varð um fyri 30 árum síðani, loyvir flogførum hjá øllum limalondunum at flúgva yvir økjum hjá hvør øðrum við umfatandi sensor-útgerð fyri at tryggja, at londini ikki fyrireika seg til hernaðarliga atsókn, skrivar blaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819