Heri á Rógvi formaður í Búskaparráðnum

Heri á Rógvi formaður í Búskaparráðnum
Ráðið situr til nýggjárs
Heri á Rógvi, vinstrumegin, er nýggjur formaður í Búskaparráðnum
 
22.05.2020 - 09:33

Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur, er nú formaður í Búskaparráðnum. Hann bleiv valdur í Búskaparráðið fyri Djóna Højgaard, sum er farin úr ráðnum, tí hann arbeiðir nú í Fíggjarmálaráðnum.  

Djóni Højgaard var formaður í ráðnum.

Ráðið skipaði seg mikudagin, og Heri á Rógvi er formaður.

Fróðskaparsetrið innstillar fólk í Búskaparráðið. Sama innstilling varð brúkt nú, sum tá Djóni Højgaard varð valdur í ráðið.

Landsstýrismaðurin mannar ráðið

Heri á Rógvi er við í teirri innstillingini. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum setur fólk í Búskaparráðið.

Hini í Búskaparráðnum eru Ester Hansen og Sigurd Poulsen.

Hetta er aðru ferð í hesum fýra ára skeiðinum hjá Búskaparráðnum, at ráðið skiftir formann.

Sverri Hansen fór frá sum formaður og úr ráðnum í oktober 2018. Búskaparráðið, sum er nú, situr til 31.desember 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652