Inntøkurnar vóru 219 milliónir kr. størri enn mett

Inntøkurnar vóru 219 milliónir kr. størri enn mett
Raksturin hjá landskassanum var 24 milliónir minni enn mett
Avlopið á fíggjarlógini í fjør var 532 milliónir kr.
 
04.06.2020 - 09:36

Inntøkurnar hjá landskassanum vóru 219 milliónir krónur størri í fjør, enn fíggjarlógin segði.

Tað vísir roknskapurin hjá landskassanum fyri 2019, sum løgtingið hevur fingið.

Í fíggjarlógini eru fimm milliardir og 663.800 milliónir krónur í inntøkum. Roknskapurin sigur fimm milliardir og 862.308 milliónir.

24 mió. kr. minni

Raksturin var fýra milliardir og 973.694 milliónir í fíggjarlógini. Men tá avtornaði gjørdist úrslitið 24 milliónir minni, fýra milliardir og 949.522 kr. Íløgur vórðu gjørdar fyri góðar 454 mill. kr.

Sambært fíggjarlógini fyri 2019 var yvirskotið mett at verða 203,3 milliónir, men roknskapurin sigur 532,4 mió. kr.

Ætlanin var at flyta 193,4 milliónir í Búskapargrunnin, men hagar fóru 248,6 milliónir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964