Hallið 3,6 mió. kr. minni enn mett

Hallið 3,6 mió. kr. minni enn mett
Langfreistaða skuldin hjá Tvøroyrar kommunu var 52 mió. kr. á nýggjárinum
Tvøroyrar kommuna hevði 20,7 mió. kr. í halli í fjør
 
18.06.2020 - 09:13

Tvøroyrar kommuna hevði 20,7 mió. kr. í halli í fjør.

Nettomunurin millum fíggjarætlan og roknskap er 3,6 mió. kr. í halli.

Í fíggjarætlanini 2019 varð roknað við 24,3 mió. kr. í halli, so hallið er 3,6 milliónir minni enn mett varð, tá fíggjarætlanin varð samtykt.

Inntøkan hjá Tvøroyar kommunu var 86,5 mió. kr. í fjør, eina millión størri enn í 2018. Men íløgurnar vóru nógv størri í fjør enn í 2018.

Íløgur fyri 38,3 mió.

Í fjør vórðu íløgur gjørdar fyri 38,3 mió. kr. Í 2018 var hetta talið 11,1 millión. Eldraøkið kostaði meira enn ætlað.

Settar vórðu av 18,5 mió. til raksturin hjá Bú- og heimatænastuni, men raksturin kostaði kommununi 21,8 mió. kr.

Langfreistaða skuldin hjá Tvøroyrar kommunu var 52 mió. kr. á nýggjárinum.

Skuldin varð niðurrindað 3,4 mió. kr. í fjør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652