Eik: Dómur í Hægstarætti í dag

bannari
22.06.2020 - 09:05
AktueltSamfelag
Eik: Dómur í Hægstarætti í dag
Seinasti fundurin í Hægstarætti var 19. mai, og tá varð málið tikið til dóms eftir viðgerð í rættinum í tvær vikur
Sakarkravið hjá Fíggjarligum støðufesti móti Eik-monnunum er framvegis 250 mió. kr., hóast endurgjaldið tódnaði niður í 28,6 mió. í landsrættinum
 

Í dag fellur dómur í Hægstarætti í málinum um Eik Bank Danmark.

Eik Bank Danmark var dótturfelag hjá Eik Banka í Føroyum.

Seinasti fundurin í Hægstarætti var 19. mai, og tá varð málið tikið til dóms eftir viðgerð í rættinum í tvær vikur.

Fíggjarligt støðufesti stevndi teimum seks oddamonnunum í Eik-leiðsluni eftir endurgjaldi.

Upprunaliga kravið hjá Fíggjarligum støðufesti var, at danski staturin skuldi fáa 250 milliónir krónur í endurgjaldi fyri tap, tí bankin sum heild varð rikin á skilaleysan hátt, og, at leiðsla bankans sjálv hevði ikki hildið sínar skyldur í seks stórum fíggingarmálum.

Endurgjaldið tódnaði

Endurgjaldið tódnaði tó niður í 28,6 milliónir krónir, tá Eystari landsrættur feldi dóm í oktober í 2018. Og tveir av teimum seks vórðu tá fríkendir. 

Teir fýra, sum vórðu dømdir í Eystari landsrætti, skutu dómin inn fyri Hægstarætt.

Fíggjarligt støðufesti fór eisini í Hægstarætt, men við teimum seks Eik-monnunum, eisini teimum báðum, sum vórðu frídømdir í Eystara landsrætti, og sakarkravið er framvegis tað sama, 250 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. januar
Við Tórði á túri um staðarnøvn
134177
Mánadag 17. januar
Nón - 17. januar 2021
134169
Mánadag 17. januar
Norðurljóð 17.januar 2022
133666
Mánadag 17. januar
Nogvir spennandi venjarar í Betri-deildini
134160
Mánadag 17. januar
Greidleiki er lítið brúkt
134135
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. januar
3-2
134193
Sunnudag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Lettland
134104
Sunnudag 16. januar
10-mannaførini 2021
134102
Sunnudag 16. januar
Hondbóltur: Luksemburg - Føroyar
134089
Sunnudag 16. januar
Hvør veit?
134088