Lúsamarkið lækkað

23.06.2020 - 08:20
AktueltVinna
Lúsamarkið lækkað
Hámarkið fyri laksalús er lækkað. Markið var 1,5 vaksin kvennlús. Tað er nú ein vaksin kvennlús
 

Hámarkið varð lækkað 1. juni. Og tað verður lækkað niður í hálva lús tann 1. juni næsta ár. Í 2019 vóru 778 lúsateljingar. 19 vóru omanfyri markvirðið.

Fiskaaling ger allar lúsateljingar í Føroyum. Kravið er, at lýs á tíggju fiskum úr øllum ringum í øllum alibrúkum skulu teljast og skrásetast 14.hvønn dag.

Í gjár vóru 5.331.070 kynsbúnar kvennlýs á alifiskinum í Føroyum, 0,28 kynsbúgvin kvennlýs á í miðal á hvørjum laksi. Heilsufrøðiliga starvsstovan kunnger lúsateljingarnar á heimasíðu sínari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. juli
3-2
141831
Fríggjadag 1. juli
Jól í tónleikinum
141718
Mánadag 27. juni
Úr savninum: Urtagarðurin 10:10
141574
Mánadag 27. juni
3-2
141573