Taka flúgvingina uppaftur til fleiri lond

24.06.2020 - 07:26
AktueltVinna
Taka flúgvingina uppaftur til fleiri lond
Flogfelagið, SAS, merkir økta áhugan hjá fólki fyri at ferðast aftur
SAS tekur nú flúgvingina uppaftur til fleiri lond
 

SAS letur nú sjey flogrutir upp afturat. Flogfelagið sigur seg merkja ein øktan eftirspurning, nú Evropa spakuliga letur uppaftur, skrivar dr.dk

Í juli ber tí aftur til at flúgva suðureftir við skandinaviska flogfelagnum, SAS. Flogfelagið letur flogrutur upp til ferðamál í Italia, Grikkalandi, Kroatia og Póllandi. 

SAS ætlar eisini at flugva oftari til níggju onnur ferðamál; teirra millum eisini Føroyar. SAS byrjaði at flúgva aftur til Føroya 16. juni, og nú ætlar felagið at flúgva fleiri túrar higar um vikuna.

Norwegian hevur eisini boðað frá, at tey fara at flúgva 76 flogrutur í juli, átjan av hesum flogrutum fara at vera úr Danmark til millum annað Kroatia, Spania og Grikkaland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. juli
Tingið verður sett
127016
Hósdag 29. juli
Guðstænasta úr Havnar kirkju.
127005
Mikudag 28. juli
Á ólavsøku
126992
Mikudag 28. juli
Video: 5mf gentur, ólavsøka 2021
126991
Mikudag 28. juli
Video: 10mf, ólavsøka 2021
126990