Danmark og Svøríki seta pening í SAS

Danmark og Svøríki seta pening í SAS
Skandinaviska flogfelagið fær níggju milliardir krónur í nýggjari bjargingarætlan frá danska og svenska statinum
 
30.06.2020 - 09:59

Bjargingarætlanin, sum skal forða fyri, at SAS fer á húsagang, merkir, at flogfelagið verður bjálvað við níggju milliónum krónum eyka, nú danski og svenski staturin vaksa um sín ognarlut í SAS.

Skandinaviska flogfelagið, SAS, handaði í gjár 1.593 starvsfólkum uppsagnarbræv. Talan er um flogternur, starvsfólk á landi, flogskiparar, tøkningar og starvsfólk í umsitingini.

SAS segði miðskeiðis í juni, at felagið hevði tørv á níggju milliardum krónum, skuldi flogfelagið klára seg. Danski staturin eigur 14 prosent og svenski staturin 14 prosent og eru størstu eigararnir í felagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584