Trump letur vinmannin sleppa undan fongsulsrevsing

Trump letur vinmannin sleppa undan fongsulsrevsing
Vinmaðurin og ráðgevin hjá Donald Trump, Roger Stone, sleppur undan fongsulsrevsing, tí Trump vísir honum náði
 
11.07.2020 - 11:51

Forsetin í USA, Donald Trump, letur fongsulsrevsingina hjá vinmanni og ráðgeva sínum fella burtur.

Roger Stone er dømdur fyri sjey lógarbrot: At tarna kongress-kanningararbeiði, at royna at ávirka eitt vitni og fyri fimm ferðir at lúgva fyri kongressini. 

Hann var funnin sekur í øllum ákærum og skuldi inn at sita í trý ár og fýra mánaðir. Nú er hann náðaður. Tað skrivar Reuters.

Hvíta Húsið sigur í eini stuttari útsøgn, at "Roger Stone hevur longu liðið nóg mikið, og hann varð órættvíst viðfarin í hesum málinum. Roger Stone er nú ein frælsur maður."

Stone var millum fleiri starvsfelagar hjá Trump, sum vórðu ákærdir fyri svik til valstríðið hjá Trump í 2016. 

Prógv eru fyri, at Russland hevur hjálpt Trump við valinum.

Amerikanska fregnartænastan hevur funnið útav, at russiskir teldusníkar hava stolið vitan um demokratiska flokkin og valevnið Hillary Clinton, sum Stone og onnur starvsfólk hjá Trump hava bílagt og likið gjøgnum WikiLeaks.

Stone leyg millum annað fyri kongressini um at hava sett seg í samband við WikiLeaks, men tað finnast prógv fyri tí.

Amerikanska skipanin gevur forsetanum vald at náða brotsmenn. Trump hevur fleiri ferðir brúkt henda møguleikan og latið vinir og starvsfelagir sloppið undan fongsulsrevsing. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010