Fleiri pengar fyri at útbúgva seg

Fleiri pengar fyri at útbúgva seg
Tríggjar útbúgvingar afturat geva nú lestrarstuðul
Lestrarstuðulin er prístalsviðgjørdur.
 
12.07.2020 - 15:53

Lestrarstuðulin hækkar 1.august.

Hann hækkar 1,3 prosent.

Tað er broytingin í miðalprístalinum frá 2018 til 2019.

Næsta skúlaár fáa tey, sum eru í miðnámi ella í fólkaskúla, 3.954 kr. um mánaðin.

Hini fáa 4.471 kr. 

Tey, sum ikki taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving, ella tey í miðnámi ella fólkaskúla, sum ikki eru forsyrgjarari ella hava útreiðslur av egnum bústaði, fáa 1904 kr. um mánaðin.

Lestrarlán kann í mesta lagi vera 2.507 kr. um mánaðin og bókastudningur 3.774 kr.

Vistarhaldsstudningur verður 2.637 kr., barnastudningurin 1.036 kr. fyri hvørt barnið undir 18 ár, og studningurin til einsamallar uppihaldarar verður 1.588 kr. um mánaðin. 

Mentamálaráðið hevur eisini góðkent tríggjar útbúgvingar afturat, sum geva lestrarstuðul.

Tær eru tænastubúskapur, byggifrøðingur og námsfrøðiligur hjálpari.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819