Koronukreppan kann noyða afrikanarar í fátækradømi

18.07.2020 - 12:11
AktueltÚtheimurin
Koronukreppan kann noyða afrikanarar í fátækradømi
Fíggjarligu avleiðingarnar av koronukreppuni kunnu noyða 50 milliónir afrikanarar út í stórt fátækradømi
 

Fíggjarligu avleiðingarnar av koronukreppuni kunnu noyða 50 milliónir afrikanarar út í stórt fátækradømi, ávarar afrikanski menningarbankin um.

Umleið triðingurin av fólkinum í Afrika, 425 milliónir fólk, fara væntandi í 2020 at liva undir altjóða fátækramarkinum, sum er 1 dollari og 90 cent um dagin, - tað er minni enn 13 krónur.

Metingin varð gjørd áðrenn koronufarsóttin kom.

Eftir Kyrrahavsoyggjarnar er Afrika tað meginlandið, sum er minst rakt av koronu, við umleið 500-túsund smittutilburðum og 11.700 deyðum av smittuni.

Men heilsukreppan hevur sorlað arbeiðsmarknaðin, skert inntøkurnar og gjørt búskapin í afrikonsku londunum veikari.

Atljóða gjaldoyragrunnurin, IMF, metti í farna mánaði, at Afrika sunnan fyri Sahara fer at uppliva stóra afturgongd, og at bruttotjóðarúrtøkan - BTÚ minkar niður í 3,2. 
Og inntøkurnar minka niður á stigið, sum tað var í 2010.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. desember
Morgunlestur mánadagur 5. desember 2022
148408
Sunnudag 4. desember
Meg minnist (5:5)
148918
Sunnudag 4. desember
Bolero 4. desember 2022
148912
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 4. desember
Annar sunnudagur í advent
148927
Sunnudag 4. desember
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
148908
Fríggjadag 2. desember
Javnaðarflokkurin í Andglettinum
148751
Fríggjadag 2. desember
Miðflokkurin í Tinginum
148852