Føroyingar í sóttarhald í Grønlandi

Føroyingar í sóttarhald í Grønlandi
Reglurnar eru herdar, tí fleiri smittutilburðir eru staðfestir í Føroyum
Ferðafólk úr Føroyum og Íslandi skulu nú í sóttarhald í Grønlandi
 
11.08.2020 - 15:56

Ferðandi úr Føroyum skulu nú í sóttarhald í tvær vikur, tá tey koma til Grønlands. Tað boðar grønlendska sjálvstýrið frá. 

Ferðandi úr Føroyum og Íslandi hava annars kunnað ferðast til Grønlands og úr Grønlandi uttan at fara í sóttarhald, men sjálvstýrið broytti reglurnar í gjár, nú fleiri smittutilburðir eru staðfestir bæði í Føroyum og Íslandi.

Nógvu smittutilburðirnir í Føroyum hava eisini við sær,  at Føroyar eru endaðar á listanum hjá danska uttanríkisráðnum yvir lond, har sóttarhald krevst í Grønlandi.

Tað merkir, at ferðandi sleppa ikki at vera við í samkomum og tiltøkum, ella vera í handlum, á bókasøvnum, kaffi- og matstovum og so framvegis.

Kunnu fara til handils

Loyvt er kortini at fara til handils at keypa neyðugar vørur, sum tað ikki ber til at lata onnur keypa fyri seg.

Sóttarhaldstíðin  er 14 dagar. Tann tíðin kann styttast, um viðkomandi kann vísa á eina negativa covid-19 roynd. 

Royndin kann tó í fyrsta lagi takast fimm dagar eftir, at ferðafólkið er komið til Grønlands. Um royndin er negativ, verður mett, at tann ferðandi ikki er smittaður. 

Mælt verður eisini til, at ferðandi, sum eru komin úr Føroyum farnu vikuna, vísa serligan ans, og royna at fylgja ásetingunum um sóttarhald. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010