Gera koronukanningar til 1. november

bannari
Gera koronukanningar til 1. november
Ferðafólk skulu kannast fyri 13,5 mió. kr., stendur í uppskotinum um eykajáttanarlóg
Tað fer at kosta 13,5 mió. kr. at kanna ferðafólk fyri koronu hetta til 1. november
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.08.2020 - 11:41

Ætlanin er at gera koronukanningar í hálvan triðja mánað afturat, til 1.november.

Tað sæst í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum kom í løgtingið fyrrapartin.

Biðið er um pengar til kanningar til 1.november.

Ferðafólk skulu kannast fyri 13,5 mió. kr.

3.000 ferðafólk um vikuna

Til 1.september er roknað við 5.000 ferðafólkum um vikuna. Í september og oktober er ferðafólkatalið sett til 3.000 um vikuna.

Higartil eru játtaðar tíggju milliónir krónur til hetta endamálið.
 
Á Landssjúkrahúsinum er roknað við 100 kanningum um tíman. Átta fólk skulu gera tær.

Í Klaksvík fara tveir sjúkrarøktarfrøðingar at gera kanningar fýra tímar um dagin allar yrkadagar, eisini leygardagar.

Í Suðuroynni verður kannað yrkadagar. Har fara eisini tveir sjúkrarøktarfrøðingar at standa fyri arbeiðinum, tríggjar dagar um vikuna.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584