Viðgera tvær eykajáttanir í dag

Viðgera tvær eykajáttanir í dag
Skotið verður upp at játta pening til at útbúgva yngri læknar og til trygdarútgerð í tunlunum norður um Fjall
Tingið fer í dag eisini at viðgera eitt uppskot um at yvirtaka landslæknan og at stytta arbeiðsvikuna
 
03.09.2020 - 08:37

Løgtingið skal viðgera tvey uppskot um eykajáttan í dag.

Javnaðarflokkurin skjýtur upp at játta 1,6 milliónir til at útbúgva yngri læknar.

Peningurin skal takast av kontuni til at lata sendistovu upp í Ísrael.

Trygdarútgerð

Beinta Løwe í Tjóðveldi hevur skotið upp at játta tríggar milliónir krónur til trygdarútgerð til tunlarnar norður um Fjall og aðrar tunlar, har brúk er fyri trygdarútgerð.

Javnaðarflokkurin hevur uppskot til samtyktar um at stytta arbeiðsvikuna.

Og Tjóðveldi vil yvirtaka millum annað landslæknan. 
 
Tingfundurin í dag er kl.10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652