Hava keypt 55.000 tons av gróti aftrat

Hava keypt 55.000 tons av gróti aftrat
Grótið skal brúkast til havnargerðina í Saltangará og á Glyvrum
Bergur Poulsen, formaður í Eysturoyar- og Sandoyartunlum, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, tá skrivað varð undir avtaluna um at keypa meira grót frá tunlafelagnum
 
10.09.2020 - 10:01

Runavíkar kommuna hevur keypt sløk 55.000 tons av gróti afturat frá partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlum.

Tað er grót, sum liggur á Hvítanesi.

Fyri hálvum triðja mánaði síðan keypti kommunan 300 túsund rúmmetrar av gróti úr Sandoyartunlinum.

Grótið skal brúkast til havnargerðina í Saltangará og á Glyvrum.

Rinda fyri flutningin

Grótið kostar einki, men Runavíkar kommuna rindar fyri flutningin, millum annað gjøgnum Eysturoyartunnilin.

Runavíkar býráð samtykti í gjár at fíggja málið um grótið á Hvítanesi við góðum tveimum milliónum krónum í eykajáttan.

Upprunaliga var ætlanin at sigla grót av Hvítanesi inn á Skálafjørðin. Men tann ætlanin bar ikki á mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819