Almenn partafeløg ikki við í roknskapum

Almenn partafeløg ikki við í roknskapum
Landsgrannskoðanin sigur, at hetta ger, at landsroknskapurin í minni mun avspeglar veruliga virksemið hjá landinum
Landsgrannskoðanin ger aftur vart við støðuna í frágreiðingini fyri í fjør
 
11.09.2020 - 09:05

Landsroknskapurin sigur ikki alt um støðuna hjá landskassanum, tí nógv virksemi landsins er í partafeløgum.

Og flestu almennu reglur og fyriskipanir galda ikki fyri almennu partafeløgini.  Tey eru heldur ikki við í fíggjarlógum ella roknskapum, sum løgtingið fær.

Landsgrannskoðanin ger aftur vart við hetta í ársfrágreiðingini fyri 2019.

Hon sigur, at landsroknskapurin í minni mun avspeglar veruliga virksemið hjá landinum, váðarnar og annað.

Grunnar heldur ikki við

Í 2016 segði Fíggjarmálaráðið seg vera samt við Landsgrannskoðanina um vandan, sum kann standast av, at ov nógv virksemi verður lagt í almenn partafeløg uttan fyri fíggjarlóg, har ikki sama gjøgnumskygni, almenn stýring og almennar reglur eru galdandi.

Grunnar eru heldur ikki við í landsroknskapinum. Dømi um tað eru Realurin og Samhaldsfasti. Har eru okkurt um tvær milliardir krónur í eginogn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691