Mátti kannast tvær ferðir

bannari
Mátti kannast tvær ferðir
Seinna kanningin vísti, at eitt fólk, sum kom við flogfari, hevði koronu
Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at tað hendir av og á, at ivi er um fyrstu kanningina, og tá fáa fólk boð um at kanna seg aftur
 
11.09.2020 - 18:00

Fólkið, sum mikudagin fekk staðfest koronu, mátti kannast tvær ferðir, áðrenn úrslitið var greitt. Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Viðkomandi kom til Føroya við flogfari, og varð kannaður á flogvøllinum.

Tá kanningin varð gjørd, var ógreitt, um viðkomandi var smittaður ella ikki. Tí var neyðugt við einari kanning aftrat, og tá varð staðfest, at viðkomandi var smittaður.

Hendir av og á

Lars Fodgaard Møller, landslækni sigur, at tað hendir av og á, at ivi er um fyrstu kanningina, og tá fáa fólk boð um at lata seg kanna einaferð aftrat, so eingin ivi er. Og tað varð gjørt í hesum førinum.

Mælt verður til, at fólk sum koma til Føroya verða kannað fyri kornu, tá tey koma til landið, og aftur seks dagar seinni.

Hvussu nógv lata seg kanna sætta dagin, er ikki greitt, tí tað eru eingi hagtøl um tað enn, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Hálvt ár síðani fyrsta tilburðin

Í dag eru júst seks mánaðir, síðani fyrsti tilburðurin av koronu varð staðfestur í Føroyum.

Eingin tilburður varð staðfestur í gjár.

Nú eru gjørdar 107.279 kanningar í Føroyum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819