Heystfrágreiðingin verður løgd fram í dag

Heystfrágreiðingin verður løgd fram í dag
Hetta er seinasta konjunkturfrágreiðing hjá hesum ráðnum, sum leggur frá sær á nýggjárinum
Búskaparráðið, sum leggur heystfrágreiðingina fram í dag
 
15.09.2020 - 08:49

Í dag verður heystfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum løgd fram. 

Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum, fer at leggja sína fyrstu frágreiðing fram í Norðurlandahúsinum klokkan 10 fyrrapartin.

Frágreiðingin hjá Búskaparráðnum skuldi koma 1.september, men varð útsett til í dag, 15.september.

Tvær frágreiðingar

Lógin um Búskaparráðið sigur, at ráðið ger árliga tvær konjunkturfrágreiðingar, sum verða almannakunngjørdar 1. mars og 1. september. 

Men korona hevur seinkað arbeiðinum hesaferð, sigur formaðurin.

Setan hjá hesum búskaparráðnum endar á nýggjárinum, so hetta verður seinasta konjunkturfrágreiðingin hjá hesum ráðnum.

Í løglistanum, sum kom frá landsstýrinum á ólavsøku, stendur, at lógin um Búskaparráð skal dagførast.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718