Nú kunnu buffaradagarnir brúkast

Nú kunnu buffaradagarnir brúkast
Bara fiskifør, sum hava fiskað allar sínar tillutaðu dagar í 2020, hava rætt til buffaradagar
Trolarar eiga 450 dagar á innaru leiðini og 662 dagar á teirri ytru
 
29.09.2020 - 08:29

Fiskidagar, sum ikki vórðu brúktir í fjør, kunnu nú brúkast í oktober, november og desember.

Talan er um sonevndar buffaradagar í bólkunum tvey, trý og fýra.

Í bólki tvey, sum eru trolarar, eru 450 dagar á innaru leiðini, og 662 dagar á teirri ytru.

Bólkur trý, línuskipini, hevur 364 dagar, bólkur fýra A, útróðrarbátar millum 15 og 40 tons, hevur 370 dagar, og bólkur fýra B, útróðrarbátar millum 40 og 110 tons, hevur 618 dagar.

Bara fiskifør, sum hava fiskað allar sínar tillutaðu dagar í 2020, hava rætt til buffaradagar. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858