Fíggjarligt Støðufesti tillagar rættarmál

30.09.2020 - 14:03
AktueltSamfelag
Fíggjarligt Støðufesti tillagar rættarmál
Fíggjarligt Støðufesti vil ikki gera viðmerkingar, um hetta eisini fær týdning fyri málið móti gomlu leiðsluni í Eik Banka í Føroyum
 

Fíggjarligt Støðufesti ger nú tillagingar í rættarmálunum móti teimum fyrrverandi bankaleiðslunum, har endaligur dómur ikki er sagdur enn.

Í fráboðan á heimasíðuni skrivar Fíggjarligt Støðufesti, at tillagingarnar verða gjørdar í kjalarvørrinum av úrskurðinum hjá Hægstarætti í sakarmálunum móti fyrrverandi leiðslunum hjá Capinordic Bank og Eik Banka Danmark, har tað varð staðfest, at leiðslurnar ikki hava eina endurgjaldsskyldu. 

Leiðslan í Fíggjarligum Støðufesti hevur eftirmett sakarmálini saman við advokatunum, ið hava málini, og niðurstøðan er, at tey øll halda fram, men at ymiskar tillagingar verða gjørdar.

Talan er um rættarmálini móti Andelskassen JAK Slagelse, Københavns Andelskasse, Eik Banki P/F, ebh bank, Løkken Sparekasse og Roskilde Bank.

Ongar tillagingar verða kortini gjørdar í teimum málum, har Fíggjarligt Støðufesti hevur fingið viðhald í lægri rætti, ella har mett verður, at stórur møguleiki er at vinna eitt endurgjald.

Gera ikki viðmerkingar til einstøk mál

Kringvarpið hevur verið í sambandi við Fíggjarligt Støðufesti, um hvønn týdning avgerðin hevur fyri málið móti gomlu leiðsluni í Eik Banka í Føroyum. 

Marianne Simonsen, deildarstjóri, upplýsir, at Fíggjarligt Støðufesti ger ikki viðmerkingar til einstøk mál, men verða tillagingar gjørdar, so fara tær at síggjast í rættargangsskjølunum.

Kringvarpið hevur eisini verið í sambandi við nakrar av sakførarunum hjá persónunum í gomlu EIK-leiðsluni, men høvdu teir onga fráboðan fingið. 

Rættarmálið móti Eik Banka í Føroyum skal roynast í Eystara landsrætti, eftir at Føroya rættur dømdi Marner Jacobsen, Frithleif Olsen og Odd Bjellvåg, sum vóru partur av gomlu EIK-leiðsluni, at gjalda 150 milliónir krónur í endurgjaldi til Fíggjarligt Støðufesti.

Bjarni Olsen, fyrrverandi stjóri í EIK, varð fríkendur, tí hann ikki hevði endaliga ábyrgd sum stjóri, staðfesti dómurin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. januar
RagnarRokk 20. januar 2022
133821
Hósdag 20. januar
RagnarRokk: Gary Shea um V
133820
Hósdag 20. januar
Mono: Sam Phillips - 2. partur
134363
Hósdag 20. januar
Danssival - Leon Johannesen er gestur
134348
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. januar
Koks
134369
Mikudag 19. januar
Mentanarvirðisløn Landsins 2021
134328
Mikudag 19. januar
25 minuttir: Olaf Johannessen
134326
Týsdag 18. januar
Vísindavøka: Amanda Vang, Fiskaaling
130883
Mánadag 17. januar
3-2
134193