Fýra smittutilburðir aftrat

bannari
Fýra smittutilburðir aftrat
Í løtuni eru 38 fólk smittað av koronu
Í gjár vórðu 657 kanningar gjørdar
 
30.09.2020 - 14:31

Fýra smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. 

Tey fýra fólkini eru smittað í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu, sum Landslæknin veit um. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er farin undir smittusporingina.

Í gjár vórðu 657 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Nú eru tilsamans 129.942 kanningar gjørdar.

467 fólk hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, og 429 eru frísk aftur. Sostatt eru 38 fólk smittað í løtuni.

Eingin er innlagdur við koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584