Nógvar gitingar um amerikanska forsetan

bannari
Nógvar gitingar um amerikanska forsetan
Hóast forsetahjúnini hava fingið staðfest koronu, er Donald Trump væl fyri, og hann kann røkja sínar skyldur, sigur læknin hjá forsetanum
Amerikansku forsetahjúnini eru farin í sóttarhald, eftir at tey hava fingið staðfest koronu
 
02.10.2020 - 15:22

Nógv verður gitt, hvat fer at henda, nú Donald Trump, forseti, hevur boðað frá, at hann og konan, Melania, hava fingð koronu.

Tey eru bæði farin í sóttarhald í Hvítu húsunum, men sambært lækna forsetans, kann hann røkja allar sínar skyldur sum forseti.

Trump skuldi verið á einum veljarafundi í dag, men hann varð avlýstur, og tað eru øll onnur tiltøk hjá forsetanum eisini.

Tí verður spurningurin settur, hvørja ávirkan sjúkan kann hava á forsetavalið, sum verður um 31 dagar.

Er væl fyri

Læknin hjá forsetanum, Sean Conley, sigur, at forsetin hevur tað gott, og hóast hann er 74 ára gamal, so er hann væl fyri.

Veljarafundurin í Orlando í Florida í dag varð avlýstur, og spurningurin er nú, nær forsetin er nóg birgur at taka valstríðið uppaftur.

Amerikansku myndugleikarnir mæla til at fólk, sum hava fingið koronu, eru í sóttarhaldi í 10 dagar. Og hóast forsetin einki merkir til sjúkuna í 14 dagar aftrat, so er óvist, um hann kann hitta veljararnar í fleiri býum, har ivin um valúrslitið er størstur. Fleiri slíkir fundir vóru settir á skránna.

Næsta orðaskiftið millum forsetavalevnini verður 15. oktober í Miami, men enn er óvist, um henda politiska hólmgongan verður.

Pompeo tekur við

Verður forsetin álvarsliga sjúkur, má varaforsetin, Mike Pence, taka við sum forseti, tí grundlógin sigur, at um ein forseti ikki er førur fyri at røkja embætið, skal varaforsetin taka við.

Tað hendi í november í 1963, tá Lyndon B. Johnson, varaforseti, tók við sum forseti, bert tveir tímar eftir at John F. Kennedy, forseti, varð myrdur.

Forsetavalið verður 3. november, men eftir amerikansku skipanini, er valið longu byrjað í nøkrum statum. Og sambært grundlógini skal valið vera 3. november. Bara kongressin kann avgera at flyta valdagin.

Skuldi tað hent, at valdagurin verður fluttur, so stendur kortini rimmarfast, at skeiðið hjá Donald Trump, forseta, endar 20. januar næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585