Trump hevur covid-19

bannari
Trump hevur covid-19
Amerikanski forsetin, Donald Trump, og forsetafrúan, Melania Trump, hava fingið koronusmittuna. Tað skrivar Trump á Twitter
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
02.10.2020 - 08:50

Ráðgevin hjá Trump, Hope Hicks, fekk staðfest smittuna hóskvøldið, og tí vórðu forsetahjúnini kannað fyri koronu og hava nú fingið staðfest smittuna. Hjúnini sita nú í sóttarhaldi í Hvítu Húsunum, sigur læknin hjá Trump.

Hope Hicks hevur verið saman við Trump fleiri ferðir hesa vikuna, millum annað á veljarafundi í Duluth í Minnesota mikudagin. Hicks var eisini saman við forsetan til stóra orðaskiftið týskvøldið millum Trump og Joe Biden.

The Washington Post skrivar, at myndir frá einum veljarafundi í Pennsylvania her fyri vísa, at Hicks ikki var í munnbindi og tað var hon heldur ikki á flogvøllinum í Cleveland í sambandi við orðaskiftið týskvøldið. Blaðið skrivar eisini, at Trump, sum sjáldan sæst í munnbindi og ella heldur frástøðu, ofta sæst standa tætt saman við starvsfólkum sínum.

Sambært CNN, skuldi Trump eftir ætlan verða við til peningainnsavning uttanfyri Trump-gistingarhúsið í Washington D.C. nú um vikuskiftið, og á veljarafundi í Sandford í statinum Florida.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858