Semingsuppskot um nýggjan sáttmála

06.10.2020 - 11:15
AktueltSamfelag
Semingsuppskot um nýggjan sáttmála
Partarnir fingu semingsuppskot í nátt, og skulu svara Semingsstovninum í morgin
Semingsmenninir hava gjørt eitt heilt nýtt uppskot um sáttmála millum Lønardeildina og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Klokkan tvey í morgin skulu Lønardeildin og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum svara Semingsstovninum, um tey taka av semingsuppskotinum, sum tey fingu í nátt.

Tað vanliga er at gera broytingar í gamla sáttmálanum. Men hetta semingsuppskotið er øðrvísi, tí her er talan um heilt nýggjan sáttmála.

Partarnir hittust aftur í gjáramorgunin klokkan níggju.

Og klokkan eitt í nátt kom semingsuppskotið.

Roynt semju í eina viku

Fríggjadagin í næstsíðstu viku varð Semingsstovnurin boðsendur, tí Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum ikki funnu semju um nýggjan sáttmála.

Og mánadagin í síðstu viku byrjaði semingsroyndin.

Sáttmálin millum Felag føroyskra sjúkrarøktarfrøðinga og Lønardeildina fór úr gildi fyri einum góðum ári síðani, tann 1.oktober í fjør.

Eisini í 2017, tá tann sáttmálin varð gjørdur, var neyðugt at hava Semingsstovnin við. Og tá var verkfall.


 

Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 5. juli
Pápi mín og eg: Vanja og Victor
141841
Týsdag 5. juli
Summarmorgun 050722
141840
Týsdag 5. juli
Morgunlestur týsdagur 5. juli 2022
141653
Mánadag 4. juli
Summarmorgun 040722
141790
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. juli
3-2
141831
Fríggjadag 1. juli
Jól í tónleikinum
141718
Mánadag 27. juni
Úr savninum: Urtagarðurin 10:10
141574
Mánadag 27. juni
3-2
141573