34 fólk í Hvítu húsunum eru smittað

34 fólk í Hvítu húsunum eru smittað
ABC News skrivar, at umsitingin hjá forsetanum hevur roynt at dylja smittutølini
34 fólk í Hvítu húsunum eru smittað av koronu, og tað eru fleiri, enn almenningurin hevur fingið at vita
 
08.10.2020 - 09:17

Talið á fólki í Hvítu húsunum, sum hava fingið staðfest COVID-19, er nú komið upp á 34.

Tað kemur fram í einum innanhýsis skjali, skrivar amerikanska sjónvarpsstøðin, ABC News, sambært Jyllands Posten.

Talið er størri enn tað, sum almenningurin higartil hevur fingið at vita, eftir at tað fríggjadagin kom fram, at amerikanski forsetin hevði fingið staðfest smittuna.

Roynt at dylja tølini

Umsitingin hjá Donald Trump, forseta, hevur tilvitað roynt at dylja smittutølini, nú minni enn fýra vikur eru til forsetavalið í USA, skrivar ABC News.

Millum tey smittaðu í umsitingini er Crede Bailey, ein av fremstu trygdarráðgevunum hjá amerikanska forsetanum, skrivar Bloomberg News.

Donald Trump fór aftur til arbeiðis í Hvítu húsunum fyrradagin, og hann hevur verið fyri atfinningum, tí hann ikki vildi brúka masku, tá hann kom aftur í Hvítu húsini.

Nú eru tilsamans 211.828 fólk í USA deyð av COVID-19 sambært Johns Hopkins University.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887