Eingin landbúnaðarpolitikkur enn

Eingin landbúnaðarpolitikkur enn
Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur svarað Fíggjarnevndini, sum viðger fíggjarlógina
Neyðugt er at viðgera alt tilfarið neyvari, áðrenn farast kann undir at gera eina ítøkiliga menningarætlan um føroyskan landbúnað, sigur Umhvørvis- og vinnumálaráðið
 
09.11.2020 - 09:23

Tað verður enn ein løta, til ein landbúnaðarpolitikkur er gjørdur fyri Føroyar, sigur Umhvørvis- og vinnumálaráðið.

Løgtingið bað annars í fjør landsstýrið orða og fyrireika ein landbúnaðarpolitik við ítøkiligum og realistiskum málum.

Tá seinasta samgonga var, komu tríggir arbeiðsbólkar við tilmælum um landbúnað í Føroyum.

Viðgera tilfarið nærri

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið sigur, at grundarlagið at orða ein landbúnaðarpolitikk er gott.

Neyðugt er tó at viðgera alt tilfarið neyvari, áðrenn farast kann undir at gera eina ítøkiliga menningarætlan um føroyskan landbúnað. 

Henda viðgerð verður kortini ikki liðug soleiðis, at til ber at fara undir at seta í verk eina heildarmenningarætlan fyri landbúnaðin í Føroyum í 2021, hevur Fíggjarnevndin fingið at vita frá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585