Eftirmeta lærlingaheimið í Marknagili

Eftirmeta lærlingaheimið í Marknagili
Brúk er ikki fyri tí í sama mun, sum tá tað kom í 1976, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum
Glasir brúkar uppihaldsstovuna, kantinuna og høli í kjallarahæddini í skúlaheiminum til undirvísing
 
18.11.2020 - 08:36

Glasir hevur nakrar skúlastovur í lærlingaheiminum í Marknagili, sum nú skal eftirmetast, tí brúk er ikki fyri tí longur í sama mun, sum tá tað kom í 1976.

Ferðasambandið er nógv broytt síðani.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað Bjarna Hammer, løgtingsmanni, sum spurdi um langtíðarætlanina við Skúlaheiminum í Marknagili.

Hann sigur, at brúk er fyri einari grundleggjandi nútímansgerð, sum eisini verður partur í eftirmetingini, sum nú verður gjørd.

Glasir brúkar uppihaldsstovuna, kantinuna og høli í kjallarahæddini í skúlaheiminum til undirvísing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652