Drúgv viðgerð um at stytta arbeiðsvikuna

Drúgv viðgerð um at stytta arbeiðsvikuna
Rættarnevndin fekk uppskotið 3.september, men enn er einki álit komið
Tað dregur út hjá rættarnevndini at koma við áliti til málið um at stytta arbeiðsvikuna. Christian Andreasen er formaður í nevndini
 
25.11.2020 - 09:14

Uppskotið um at stytta arbeiðsvikuna hevur havt eina langa viðgerð í Rættarnevndini hjá løgtinginum.

Nevndin fekk málið 3.september, og álitið er ikki komið enn.

Javnaðarflokkurin hevur uppskot til samtyktar um at stytta arbeiðsvikuna.

Fyrsta viðgerð var í tinginum 3.september.

Rættarnevndin ger nógv burturúr uppskotinum. So nógv, at nevndin 6.oktober bað um og fekk longda freist til at avgreiða málið. Freistin varð longd til 20.oktober.

Einki álit komið enn

Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fýra fundum og hevur tosað við umboð fyri 15 feløg og myndugleikar. Nevndin gjørdi av á fundi 28.september at skriva álit. 

Tað álitið er ikki komið í løgtingið enn.

Sambært tingskipanini skal ein nevnd lata løgtinginum álit í seinasta lagi ein mánað eftir, at hon fekk málið.

Rættarnevndin fekk uppskotið um at stytta arbeiðsvikuna 3.september, fyri skjótt trimum mánaðum síðani.

Tað er ikki óvanligt, at nevndir hava mál longri enn ein mánað. Í hesi tingsetuni eru 12 onnur slík tingmál. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010